Leonard Cohen á føroyskum

Leygarkvøldið 6. mai var skipað fyri einari forkunnugari heiðurskonsert fyri Leonard Cohen nú hálvt ár er liðið, síðani hann doyði. Konsertin bygdi á framúr góðu týðingarnar av løgunum hjá Cohen, sum Niels Midjord og Alexandur Kristiansen hava gjørt, og sum Niels Midjord gav út á fløgu í 2013.

Sangararnir vóru Sámal Ravnsfjall, Bárður á Lakjuni, Hanus G. Johansen, Niels Midjord og Dánjal á Neystabø. Teir høvdu deilt tey tíggju føroysku løgini ímillum sín og valdu síðani eitt enskt lag afturat. Konsertin var ein tann besta sum hevur verið í Mentanarhúsinum og stuttligt var at hoyra frálíku tulkingarnar og hvussu ymiskt løgini ljóðaðu alt eftir hvør sang.

Orkestrið hevði Arnold Ludvig á bass, Henning Nicodemussen á trummum, Bárður Reinert Poulsen á guitar, Tróndur H. Olsen og Johan Hentze á horn, Dánjal á Neystabø á klaver, og Nicolinu Midjord og Eilin Hansen, kór. Orkestrið megnaði sera væl at spæla í tí stílinum, sum hoyrdi til aktuella sangaran, so tað var ein frægd at hoyra so nógvar ymiskar tulkingar av Leonard Cohen.