Alzheimerfelagið skipar fyri kafé

Alzheimerfelagið skipar fyri kafé

  • Nær: 08 oktober 2018 kl. 19:00
  • Hvar: Mentanarhúsið

Mánakvøldið 8. oktober kl. 19.00 skipar Alzheimerfelagið fyri kafé í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Tiltakið er til frama fyri fólk við demenssjúkum, avvarðandi teirra, starvsfólki innan heilsuøkið, politikarar og onnur ið eru áhugaði. Eftir skránna er orðið frítt hjá tær at seta spurningar og at koma við ynskjum, hugskotum og hjartasuffum.

Skráin er hendan:

• Ann-Mari Jensen, næstforkvinna, bjóðar vælkomin og kunnar um arbeiði felagsins.

• Marjun Restorff, demenssamskipari, kunnar um demensklinikkina.

• Mourits Foldbo, stýrislimur sigur frá um ætlaðu byggingina av nýggjum heimi til borgarar, ið hava fingið minnissvinn.

• Fríða J. Højbro og Unna N. Petersen, sjúkrarøktarfrøðingar og demenssamskiparar, greiða frá um tilboðið í dagtilhaldinum í Doktarahúsinum og tænastuni út frá húsinum við ráðgevandi og uppfylgjandi heimavitjan.

• Lis Zachariassen, heilsurøktari og demenssamskipari, greiðir frá um tilboðið við búplássi á Gøtubrá.

• Jastrid Petersen og Sigvør Laksá siga sína søgu sum avvarðandi.

• Hervør á Torkilsheyggi, tónleikaviðgerði á Gøtubrá, framførir sang og skipar fyri felagssangi.

Fyri at fáa eina hóming av, hvør tørvur er hjá fólki við demenssjúkum, avvarðandi teirra og annað í hesum sambandi, vónar Alzheimerfelagið, ið er talurørið hjá hesum bólki, at nógv fólk taka av hesum tilboði.

Borðreitt verður við kaffi/te og køkum.

Verið vælkomin!