Barnadansurin heldur fram í skúlanum aftaná jól :)

Barnadansurin heldur fram í skúlanum aftaná jól :)

  • Nær: 02 januar 2019 kl. 18:00
  • Hvar: Mentanarhúsið

Halló tit,
Barnadansurin er farin í jólafrí og byrjar aftur í januar 2019. Tá fara vit at samstarva við skúlan í skúlatíð. Tit frætta nærri seinni 🙂
Eg havi frætt, at vit eru sera vælkomin við í barnadansin í Losjuni í Gøtu mikukvøld, og í Klaksvík í Skálanum sunnukvøld.

Skipað verður fyri føroyskum dansi og dansispølum fyri børn og øll dansiáhugað mánadagar í tíðarskeiðinum 5. november 2018 til februar 2019. Vónandi koma nógv vaksin eisini, so dansiringurin verður stinnari. Í steðginum fáa øll saft og onkur kvæðasøga verður eisini at hoyra.

Børn undir skúlaaldur luttaka saman við vaksnum.

Tiltakið er ókeypis og verður hildið mánadagar kl 18.00. 

Fyriskiparar eru Jónleif Johannesen, 457536 og kvoldskúlin 238010 kvoldskuli@fuglafjordur.fo