Country tónleikur tá hann er best

Country tónleikur tá hann er best

  • Nær: 06 oktober 2018 kl. 20:00
  • Hvar: Mentanarhúsið

Leygarkvøldið 6. oktobur kl. 20.00 verður høvi at hoyra country tónleik á hægsta stigi í Mentanarhúsinum. Magni Christiansen fekk av álvara áhuga fyri tónleiki, tá hann sum ungur byrjaði at lurta eftir Shakin Stevens, Cliff Richards og Buck Owens. Í dag hevur hann givið seks fløgur út og er vorðin eitt vælkent navn her heima í Føroyum. Leygarkvøldið framførir hann við bólki sínum her í Mentanarhúsinum. Kom og hoyr teir vælumtóktu sangirnar “Við vegin”, “Far tær ein túr” og allar hinar sangirnar, sum Magni er so kendur fyri. Okkurt meira forkunnugt verður eisini at hoyra frá tí nýggju fløguni, sum Magni arbeiðir við. 

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.