FM í Dart

FM í Dart

  • Nær: 14 april 2018 kl. 19:00
  • Hvar: Mentanarhúsið

FM í dart verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 14. apríl.
32 teir bestu menninir og 8 tær bestu kvinnurnar fara til Fuglafjarðar at dystast í einmansleiki og tvímansleiki.

Lagt verður fyri fyrrapartin við innleiðandi bólkaspølum. Seinnapartin verða cup-dystir á skránni.

Frá kl. 19 verða finalur á skránni, og tá verður ein dystur í senn spældur uppá scenuni. Kringvarpið stroymir allar dystirnar á scenuni og ætlanin er at skapa rættuliga dartstemning í Mentanarhúsinum hetta kvøldið.

Tí vóna fyrireikararnir, at nógvir áskoðarar møta upp í Mentanarhúsinum at hyggja eftir okkara bestu dartspælarum, so vit kunnu fáa ein rættuligan FM-stemning út í hvønn krók í landinum.

11.00 kappingin byrjar

Kl. 16.00 Cupdystirnir byrja

Kl. 18.00 Sámal Ravnsfjall hitar upp til finalurnar

Kl. 19.00 Finalu umførini byrja