Frímerkjaútgáva í sambandi við at Fuglafjarðar kommuna er 100 ár

Frímerkjaútgáva í sambandi við at Fuglafjarðar kommuna er 100 ár

  • Nær: 23 april 2018 kl. 15:00

Frímerkjaútgáva
Tvey frímerkir útgivin í sambandi við at Fuglafjarðar kommuna er 100 ár

 

 

”Bandflættumynstur úr víkingaøld” og ”Standmynd við bátahylin”

Móttøka í Mentanarhúsinum mánadagin 23. apríl kl. 15.00 – 17.00

Svanbjørg Manai leiðari á Frímerkjadeildini hjá Posta bjóðar vælkomin. Suffía Nón, ið hevur sniðgivið frímerkini og sum stendur aftanfyri ”Fjord” www.fjord.fo, verður til staðar. Steffen Stummann Hansen fornfrøðingur og Kristina Gry Berg frá kunningarstovuni greiða stutt frá søgunum aftanfyri frímerkini. Til ber til at ogna sær frímerkini hendan dagin. Góðbitar og okkurt at leska sær við frá Muntra verður at fáa og næmingar úr sangleikabreytini hjá Fuglafjarðar skúla framføra nøkur løg frá Tarzan- leikinum.

Tiltakið er ókeypis
Bæði børn og vaksin eru hjartaliga vælkomin! Posta og Fuglafjarðar Kommuna