Tiltakið er Avlýst!

Tiltakið er Avlýst!

  • Nær: 11 juli 2018 kl. 19:00
  • Hvar: Mentanarhúsið

Jólakrás Leygarkvøldið 15. desember er avlýst.

Kalvafiskiklógvin og elskuligi meistarakokkurin Gutti Winther, fer at ganda 3 rættir:

Føroyskir brellbitar við makreli, laksi, saltfiski, tarvskjøti úr Stóru Dímun & súltaðum grønmeti. Dipp & breyð

Braisseraðan lambsbógv við leyki, røtum, káli, eplum, urtum & portvínssauce

Sjokuláta, kirsuber, nøtir & jól

Omaná verður leskilig konsert við húsorkestrinum mannaðum av trimum Plúmmarum og gestasangara.

Plúmm eru eitt stuttligt bland av okkara fremstu flogvitum innan tónleikin, teir funnu saman í ungum árum, og hava líka síðan leska tónatystar føroyingar við sínum frámúr góða spæli. Frá poppinum til jassin, saman við Holgari Laumann, ella sum Føstufressar hjá Terja, so hava teir altíð levera føroyskar gourmettónar.

Í húsorkestrinum eru teir tríggir Leivur Thomsen, Arnold Ludvig og Rógvi á Rógvu.

Til jólakvøldini borðreiða teir við jólaligum og hugnaligum løgum, borðin fram saman við einum gesti av ovastu hyll.

Leygarkvøldið 15. desember er tað lokali songfuglurin Bárður á Lakjuni, ið letur drúss á Plúmmið.

 

Kostnaður fyri tiltakið er: Kr. 780,- Íroknað er matur og konsert, drykkivørður fáast til keyps.