Konsert við Bollunum

Konsert við Bollunum

  • Nær: 27 oktober 2018 kl. 20:00
  • Hvar: Mentanarhúsið

Uppliv óforkláriliga fenomenið Bollarnir í Mentanarhúsinum leygarkvøldið 27. oktober. Tað verður bólkað sum “konsert”, men lat teg ikki lumpa – hetta er nógv meira enn ein konsert. Hetta er ein framførsla og ein uppliving, sum tú ikki vilt vera fyri uttan. Uppliv svingandi føroyskar og útlendskar klassikarar, framførdar við einum glimti í eygunum. Forkelað teg og tíni vinfólk við einum ógloymandi kvøldi, har 10 mans í hatti og sloyfu hjúkla um tykkum.

Bollarnir eru mannaðir av 10 sangglaðum monnum. Síðani 2011, hava Bollarnir framført um alt landið og hava millum annað eisini framført í Harpu í Reykjavík og í Central Park í New York. Og nú sleppa teir at trína á pallin í Mentanarhúsinum í Fuglafiðri fyri fyrstu ferð.