Konsert við Johan Solo og Hans Andriasi

Konsert við Johan Solo og Hans Andriasi

  • Nær: 26 april 2018 kl. 20:00

Hóskvøldið 26. apríl fara tveir sera dugnaligir solistar á pall í  Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Johan Solo er útiseti, ið vitjar heimbygdina, meðan Hans Andrias er úr Klaksvík og telist millum bestu trubadurar í landinum.

Føroyski guitaristurin, sangarin og sangskrivarin Johan Petersen hevur eina fjølbroytta bakgrund innan alt frá rokk tónleiki til klassiskt filmstónleikasmíð í Danmark.

Í verkætlanini Johan Solo, fáa vit Johan, sum ein orkufyltan einmansbólk, har mergjað sangskriving verður sett saman við virtuosum guitarspæli. Við dukandi stórtrummu og fóttamburin er talan um eina fjølbroytta framførslu og eitt einastandandi, persónligt og tíðarleyst bland av folk-, blues- og rocktónleiki.

Hans Andreas  hitar upp hetta kvøldið. 28 ára gamli FMA-virðislønti trubadururin, úr Klaksvík, útgav sína fyrstu fløgu, Vision í oktober 2016 og hevur hann turnerað runt Evropa síðani.

Hann hevur spælt á festivalum í londum sum Schweitz, Danmark, Polen, Spanien og fer nú á konsertferð í Russlandi næstu vikurnar. Stílurin er amerikana/folk.

Leinkjur:
www.facebook.com/johansolomusic
Www.instagram.com/johansolomusic
Www.youtube.com/mrjohansolo

https://www.facebook.com/hansandriasmusic/

Atgongumerkið kostar 100 kr og kann keypast við dyrnar

Dyrnar lata upp kl 19.30