Konsert við The Reverends

Konsert við The Reverends

  • Nær: 05 juli 2018 kl. 20:00

The Reverends eru farnir nýggjar leiðir og nú sermerkja teir seg innan kreativan rokk/pop við rótum úr folk, nordicana og øđrum sjangrum, sum hevur teirra áhuga.

Seinasta útgávan var eitt sermerkt bland av myrkum indiepoppi við upplyftandi instrumentering. The Reverends hava brúkt nógva orku uppá at skriva nýggjan tónleik, sum teir ætla at borðreiða við í Mentanarhúsinum hetta kvøldið. Vit gleða okkum!

Limirnir koma frá sera ymsum tónleikaligum bakgrundum. Hetta hoyrist aftur í tónleikinum hjá The Reverends, sum ein spennandi og brúsandi heild.