Samrøður um film: Atlantic Rhapsody

Samrøður um film: Atlantic Rhapsody

  • Nær: 01 marts 2018 kl. 20:00

Hey tit,

So eru #samrøðurumfilm aftur á skránni. Hóskvøldið, 1. mars, er talan um eina sanna føroyska filmsperlu. Fyrsti filmurin #atlanticrhapsody hjá Katrin Ottarsdóttir gjørdi hol í sjógvin fyrst í nítiárunum, men stendur seg enn avbera væl í dag. Komið til eina serstaka sýning, har tú fært serligt innlit í framleiðsluna saman við Katrin sum gesti í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, kl. 20.

“Samrøður um film” er eitt kvøldskúlaskeið í 5 pørtum við serstøkum filmsýningum, ætlað øllum við áhuga fyri filmi og søguni handan eina ávísa filmsframleiðslu. Prátað verður við ymisk filmsfólk, sum onkursvegna hava sett síni spor.

Triðja kvøldið í røðini verður 1. mars 2018, kl. 20.00, tá ið leikstjórin Katrin Ottarsdóttir er gestur við fyrsta feature filmi sínum, sum eisini má roknast sum fyrsta veruliga føroyska filmsframleiðslan, nevniliga “Atlantic Rhapsody.”

Sýningarnar hesi kvøldini verða skipaðar so, at hugt verður eftir filminum, meðan tú umvegis samrøðu fært serligt innlit í søguna og framleiðsluna sjálva við viðmerkingum frá leikstjóranum. Høvi verður somuleiðis at seta spurningar til leikstjóran eftir sýningina.

Kvøldskúlin og Mentanarhúsið í Fuglafirði skipa fyri.

Vertur: Torfinnur Jákupsson
Kvøldskúlin: +298 23 80 10
Stað: Mentanarhúsið í Fuglafirði
Kostnaður: 100 kr. hvørja ferð