Vikuskiftisskeið í rødd og framburði av teksti

Vikuskiftisskeið í rødd og framburði av teksti

  • Nær: 02 november 2018 kl. 19:00
  • Hvar: Mentanarhúsið

Skipað verður fyri vikuskiftisskeiði í rødd og framburði av teksti í Mentanarhúsinum. 

Arbeitt verður útfrá arbeiðsháttinum hjá Nadine George, frá Voice Studio International í London. Sí meira á www.voicestudiointernational.com.

At læra at brúka rødd og kropp er alfa og omega hjá einum sjónleikara. Arbeitt verður við at geva luttakaranum eitt innlit í, hvussu ein kann arbeiða við at menna røddina, finna sína persónligu styrki og fáa størri nærveru á pallinum. 

Arbeitt verður bæði í bólki og við hvørjum einstøkum luttakara. Hesin teknikkurin tekur støði í hvørjum einstøkum, og arbeitt verður við at menna teg, júst har tú ert beint nú. 

Tekstir verða sendir luttakarum frammanundan. Um undirtøka er, verður skeið aftur á vári 2019.

Skeiðið verður hildið í hesum tíðarskeiðinum: 

2. november kl. 19.00-22.00

3. november kl. 10.00-16.00

4. november. kl 13.00-18.00

Kostnaður er 400 kr.

Tilmelding: Súsanna Torgarð, sjónleikari tlf. 229740 ella kvoldskulin@fuglafjordur.fo tlf. 238010