Um Mentanarhúsið

Um Mentanarhúsið

Metaforiskt stendur sermerkti og snotiligi bygningurin mitt í býnum við bátahylin. Plássið, sum ber gamla heitið Karvatoftir, og økið uttanum, hevur leingi verið karmur um handilsligt og sosialt virksemi, og tískil er staðsetingin av Mentanarhúsinum náttúrlig.

Síðan húsið varð tikið í nýtslu tann 29. juni í 2002, hevur tað bjóðað eitt rættiliga breitt úrvæl av mentanarligum tiltøkum. Við Mentanarhúsinum hava Eysturoyingar og Norðoyingar fingið nógv lættari atgongd til, og møguliga eisini størri áhuga fyri mentan.

Vælumhugsaðu og smidligu hølini og góðu ljós- og ljóðviðurskiftini gera húsið vælegnað til bæði sjónleik, privatar veitslur, framsýningar, skeiðvirksemi, móttøkur, dans og ikki minst hámentanarligar konsertir. Niels Midjord er arkitekturin handan Mentanarhúsið, Frits Johannesen hevur prýtt stóran part av húsinum uttanfyri og onnur listafólk sum Heðin Kambsdal, Edward Fuglø og Helgi Midjord hava prýtt innan við sínum listaverkum.

Fuglafjarðar Sjónleikarafelag hevur verið eigari av Mentanarhúsinum fram til tann 1. Januar 2012, har Fuglafjarðar Kommuna keypti bygningin. Mentanarhúsið leggur upp til at húsa so fjølbroyttum tiltøkum sum til ber, á so høgum støðið sum til ber, so øll kunnu fáa gagn av húsinum.

Mentanarhúsið,
Karvatoftir 5,
FO-530 Fuglafjørður

Eigari:
Fuglafjarðar Kommuna,
Ennivegur 38,
FO-530 Fuglafjørður