Um Anders Riis

Um Anders Riis

Neyvan hava Poul Dissing og Jay-Z nógv í felag, og kortini teljast teir báðir millum íblástrarkeldurnar til sangin ‘Uniform’ hjá sangaranum og sangskrivaranum Anders Riis. ‘Uniform’ er fyrsta staklag av plátuni Alt Væk, ið Riis gevur út í heyst. Lagið er ein ramsandi orðastreymur um apatiska modernaða mannin, skrivaður við prutlandi øði og ørkymlan, men lukkutíð eisini við skemti og sjálvironi.

Alt Væk verður fyrsta dansktmælta útgávan í egnum navni hjá Anders Riis. Skaldskapurin er miðsavnandi, og málið hevur verið at skapa eina nærstadda og modernaða popp plátu, ið tekur støðu til sína samtíð og eisini er tilvitað um sín íblástur. Byrjanin til plátuna kom, tá Anders fór at lesa í donsku háskúlasangbókini og var gripin av tí ríka skaldskapi, ið har var at finna. Ingemann, Grundtvig, Ulrik Thomsen og Kim Larsen skína tí sum vitar yvir gongdini handan Alt Væk.

Anders Riis hevur áður útgivið tríggjar ummælararóstar ensktmæltar plátur undir heitinum Southern Gothic Tales. SGT hevur verið spælt nógv í útvarpi og í sjónvarpi, har nakrir sangir m.a. eru kendir sum tónleikur til sjónvarpsrøðina “Gintberg på Kanten”.

Tónlistaliga er plátan Alt Væk evnað til í samstarvi millum Anders Riis, framleiðaran Jens Runge og føroysku tónleikararnar Torleik Mortensen (bass), Per Ingvaldur Højgaard Petersen (trummur) og Knút Háberg Eysturstein (tangentar).

Anders Riis á Youtube: 

Anders Riis á Facebook: