Um Konni Kass

Um Konni Kass

Konni Kass, sum í heyst útgav debut plátuna Haphe, er farin í holt við uppfylgjaran. Forsmakkir uppá henda næsta kapittulin verða at hoyra á Mentanardøgunum í Mentanarhúsinum. Konni Kass syngur og leikar saksofon og afturat sær hevur hon Torleik Mortensen á bassi, Knút Háberg Eysturstein á tangentum og Per Ingvald Højgaard Petersen á trummum.

Við framførslum á Spot, Reeperbahn, Stimmen, Iceland Airwaves, live í útvarpsrásini Radioeins í Berlin og konsertferðum í Evropa, bæði sum upphitari fyri Eivør og sum høvuðsnavn, kann ikki sigast annað, enn at tey eru í toppformi til ta komandi konsertina í Mentanarhúsinum og til næstu verkætlanina.

Konni Kass á Spotify: 
Konni Kass á Youtube:
Konni Kass á Soundcloud:
Konni Kass á Facebook: