Næmingakonsert

Næmingakonsert

Sunnukvøldið 13. mai kl 20 verður konsert við næmingum úr Miðnámi á Kambsdali

Vit hoyra Miðnámskórið, sum júst nú hevur verið við til kórfestivalin í Norðurlandahúsinum – tey syngja bæði a capella og saman við orkestri.

Umframt hetta fara ymiskir tónleikabólkar úr skúlanum at framføra og høvi verður til at síggja filmar, sum næmingar hava gjørt.

Konsertin byrjar kl. 20 og café verður opin.

 

Tiltakið er ókeypis