Skal samfelagið skifta fortekn?

Skal samfelagið skifta fortekn?

Altjóða kvinnudagur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, fríggjakvøldið 8. mars kl 18:00

Í gomlum døgum høvdu flestu húskir eina greiða leiðslu: eina mammu, sum tók sær av húsunum og syrgdi fyri klæðum og matgerð, men eisini av børnunum og uppalingini; hon syrgdi fyri, at maðurin hevði tað, honum tørvaði, áðrenn hann fór frá húsum; hon tók sær av ommubørnunum og teimum gomlu og óhjápnu í familjuni; og kvinnurnar stóðu eisini saman um at hjálpa teimum, sum høvdu hjálp fyri neyðini í nærumhvørvinum. Men so fóru kvinnurnar út á arbeiðsmarknaðin – kvinnuligi skiparin fór so at siga av brúnni heima – og samfelagið broyttist tilsvarandi. 

Í dag hevur samfelagið tørv á, at hvør einstakur nemur sær vitan og skjótast møguligt leggur orku í arbeiðsmarknaðin.  Okkara ungu nema sær útbúgving, síðani karrieru, nógv fólk eru sera virkin í frítíðini við frítíðarítrivum, ítrótti og áhugafelagsskapum, børnini ganga í vøggustovu og barnagarði, í skúla og frítíðarskúla, tey eru virkin í tónleiki, ítrótti og øðrum, og foreldrini taka lut í teirra frítíðarvirksemi. Vaksin og gomul eru virkin í størri og størri mun og taka lut í øllum møguligum virksemi, samtíðis sum at tey røkja sína karrieru, og vit ferðast øll meira og meira. Vit hava fingið ellisheim og røktarheim og nú eisini tilboð til teirra, sum eru rakt av demens, eins og heilsu- og almannaverkið yvirhøvur er útbygt at lofta, har tørvurin er størstur.

Men hetta hongur kortini ikki saman. Smábarnafamiljurnar eru sperdar við útbúgving, karrieru, nýggjum húsum, bilum og børnum, umframt einum virknum frítíðarlívið, men eisini ‘sandwich’-generatiónin hevur tað trupult, tí tey vilja halda fast í karrieruni, samtíðis sum at børn og ommubørn hava brúk fyri teimum, og foreldur teirra krevja brádliga eisini umsorgan vegna elli ella demens. Dagsins børn og ungu eru kanska stóri taparin við einum støðugt meira institutionaliseraðum lívið, og stórum krøvum í skúla og frítíðarítrivum, har kapping fyllir meira og meira, umframt einari digitalari, sosialari verð, sum eisini setur krøv til teirra. Tíð og yvirskot eru mangulvørur í dag.

Tí hava vit valt at skipa eitt 8. mars hald, sum ikki bara hyggur eftir kvinnurættindum, men hyggur eftir korunum hjá familjum og einstaklingum – ja samfelagnum sum heild. Tað er neyðugt nú at hyggja at, um vit hava og brúka hesi rættindi rætt. Av tí at kvinnur nú eru so væl representeraðar á øllum samfelagsøkjum í dag, eiga vit so ikki at síggja hetta aftur í strukturunum í samfelagnum? Eiga tey klassisku kvinnuligu virðini møguliga at vinna størri frama? Hvat hendur um vit skifta fortekn á samfelagslíkningini? 

Tíðin er komin at kjakast um, hvørt okkara samfelag er nóg væl skipað, hvussu vit menna tað góða samfelagið, og hvussu familjurnar hava tað. Hetta er sanniliga viðkomandi fyri kvinnur, men eisini fyri menn, familjur, politiska landslagið og stovnar, arbeiðsmarknaðarpartarnar og vinnuna, men serliga fyri okkum borgarar. Vit ætla samtíðis, at hetta kjakið kann vera við til at skjóta valárið í gongd og mynda valstríðið.

Vit bjóða til eitt kvøld, har vit fara í dýpdina við hesum spurningum. Endamálið er at fáa ein góðan dialog um, hvussu vit menna eitt betri samfelag í framtíðini, har vit taka størri atlit til umsorganarpartin, fyri at tryggja okkara vælferðarsamfelag.

Kvøldið byrjar við, at Tóra Petersen, sálarfrøðingur, hyggur eftir hvussu okkara samfelag er samansett, og hvussu tað ávirkar okkum. Síðani fara vit at hava smærri dialogar, sum orðstýrarin Elin Winther Poulsen stýrir, við undirtemaum, sum lýsa ein part av høvuðstemainum, har serfrøðingar, eygleiðarar og politikkarar lýsa og skifta orð um, hvussu aktuelli trupulleikin ávirkar okkum og evt. kann loysast.

Vit hava boðið einum fjølbroyttum skara av politikkarum, eygleiðarum og serfrøðingum, og vilja við hesum seta evnið á breddan í valstríðnum, samtíðis sum politikkararnir fáa frið at tosa um eitt evni, sum sjáldan sleppur framat á valfundum, og har kjakið ikki endar sum eitt úrslitaleyst eljustríð, um hvør gjørdi hvat nær. 

Gimburlombini, tær kreativu matskapandi kvinnurnar úr Nólsoy, fara at hava eina góða café í Mentanarhúsinum frá kl. 18. Sostatt er ikki neyðugt at hugsa um at matgera hetta kvøldið – kom heldur og fá lekkrar, spennandi smárættir og drekkivørur úr Nólsoy, og kom í rætta hýrin til eitt gott kvøld við gevandi kjaki. Á veggunum hanga nøkur stór og smærri verk hjá listakvinnuni Sigrun Gunnarsdóttir. Hennara eyðkendu listaverk lýsa tað stóra í tí smáa, har menniskjanslig nærvera og sambond ofta lita myndevnini– eitt huglag vit kanska sakna í einum gerandisdegi, har øll hava skund.Tá tiltakið endar, fara Marius Ziska og Lea Kampmann at syngja fyri okkum, og fólk kunnu práta víðari saman.

Skrá:

Kl. 18.00: Café við Gimburlombunum. Spennandi smárættir úr Nólsoy, ræstfiskakrokettir, pintjos, vín og hylliblómubrús, meðan vit hoyra dragandi tónar

Kl. 19.00: Elin S. Winther Poulsen bjóðar vælkomin

Kl. 19.10: Tóra Petersen, sálarfrøðingur, setur temaið “Skal samfelagið skifta fortekn” í perspektiv við tølum og trends

Kl. 19.30: Kjak:Umsorgan & nærvera vs professonalisering.
Luttakarar: Lív Patursson, kvinnugranskari, Jónhild Abrahamsen, sosialráðgevi, Katrin Kallsberg (E), Edva Jacobsen (B)

Kl. 20.10: Steðgur – møguleiki at keypa sær kaffi og køkurella ræstfiskakrokettir og vín

Kl. 20.40: Kjak: Búskapur & vøkstur vs tað góða lívið.
Luttakarar: Anne Mette Greve Klemensen, prestur, Súsanna Olsen, Setrið, Annika Olsen (A), Sonja Jógvansdóttir (E)

Kl. 21.20: Kjak: Einstaklingurinvs samfelagið.
Luttakarar: Durita Joensen, skúlastjóri við Løkin, Tjóðhild Patursson, kreativt gimburlamb úr Havn, á beiti í Nólsoy, Hanna Jensen (F), Kristianna Winther Poulsen (C)

Kl. 22.00: Elin Winther Poulsen tekur saman um

Lea Kampmann og Marius Ziska syngja. Barrin er opin.

Tá almenni parturin er liðugur, eru fólk vælkomin at verða verandi og práta víðari.