Húskallur til Mentanarhúsið

Húskallur til Mentanarhúsið

Vit leita eftir einum nýggjum húskalli, at taka sær av alskyns uppgávum í livandi og spennandi umhvørvinum í Mentanarhúsinum.

Mentanarhúsið er karmur um alskyns mentanarligt virksemi, alt frá konsertum við m.ø. altjóða tónleikanøvnum, sangleikir, sjónleikir, hugnaløtur og veitslur. 

Vit bjóða 
Eitt arbeiði, har tú saman við leiðaranum skipar gerandisdagin og samstarvið við mentanarfólk og veitarar. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og fevna eisini um kvøld og vikuskifti. Uppgávurnar eru fjølbroyttar. Lønin er sambært sáttmála millum starvsmannafelagið og kommunala arbeiðsgevarafelagið. 

Vit vænta
At tú ert fyrikomandi, og dámar væl at arbeiða við fólki. At tú hevur gott tøkniligt handalag, ert húsligur, nærlagdur og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt. 

Tað hevur tí týdning, at tú ikki ræðist at hava nógvar bóltar í luftini. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við mentanartiltøkum áður. 

Eitt krav er, at tú hevur koyrikort. 

Umsókn
Skal sendast til okkara á info@fuglafjordur.fo í seinasta lagi 25. oktober kl. 12.00. Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Jónas Bloch Danielsen, leiðara á tlf. 238070.