Leonard Cohen á føroyskum

Leygarkvøldið 6. mai var skipað fyri einari forkunnugari heiðurskonsert fyri Leonard Cohen nú hálvt ár er liðið, síðani hann doyði. Konsertin bygdi á framúr góðu týðingarnar av løgunum hjá Cohen, sum Niels Midjord og Alexandur Kristiansen hava gjørt, og sum Niels Midjord gav út á fløgu í 2013.

Sangararnir vóru Sámal Ravnsfjall, Bárður á Lakjuni, Hanus G. Johansen, Niels Midjord og Dánjal á Neystabø. Teir høvdu deilt tey tíggju føroysku løgini ímillum sín og valdu síðani eitt enskt lag afturat. Konsertin var ein tann besta sum hevur verið í Mentanarhúsinum og stuttligt var at hoyra frálíku tulkingarnar og hvussu ymiskt løgini ljóðaðu alt eftir hvør sang.

Orkestrið hevði Arnold Ludvig á bass, Henning Nicodemussen á trummum, Bárður Reinert Poulsen á guitar, Tróndur H. Olsen og Johan Hentze á horn, Dánjal á Neystabø á klaver, og Nicolinu Midjord og Eilin Hansen, kór. Orkestrið megnaði sera væl at spæla í tí stílinum, sum hoyrdi til aktuella sangaran, so tað var ein frægd at hoyra so nógvar ymiskar tulkingar av Leonard Cohen.

 

Motorsúkklutreff

Leygardagin 6. mai var motorsúkklutreff í góðum veðri í Fuglafirði. Um 100 motorsúkklur hittust á torginum, har fólk stúgvaðu saman at síggja flottu súkklurnar. Inni í Mentanarhúsinum hevði Hanus G. Johansen ljóðroynd til Cohen heiðurskonsertina um kvøldið og Sámal Ravnsfjall spældi nøkur løg fyri gestunum. Okkurt gott fingu tey eisini at eta frá Fríðu, sum m.a. hevði góða suppu í ovara sali

 

Stephen Hawking fyrilestur

Myndir: Dávur Winther