6-rætta matskrá + VIP pláss til Eivör konsert

6-rætta matskrá + VIP pláss til Eivör konsert

  • Nær: 03 september 2021 kl. 19:00 - kl. 23:55

6-rætta matskrá + VIP pláss til Eivör konsert

Fríggjakvøldið 3. september kl 19.00 lata Vínkúllarnir dyrnar upp í ovara sali í Mentanarhúsinum, har teir borðreiða við eini 6-rætta matskrá við útvaldari vínskrá ella við heimagjørdari djússkrá. Maturin er gjørdur úr allarbestu rávørum vit eiga og drykkjuvørurnar eru nágreinuliga útvaldar til rættirnar.

Tá matupplivilsi er komi at enda, letur veggurin upp oman í niðara sal, har Eivör borðreiður við øllum sínum tónleikakynstri á pallinum saman við sínum tónleikarum. Hesa løtuna kunnu tit njóta sitandi við einum góðum glasið av vín ella onkrum øðrum leskandi.

Lagt er upp til eitt gandakent kvøld í Fuglafirði.

6-rætta matskrá, 6 útvald vín og VIP pláss til Eivör konsert, einans 1.295,-

6-rætta matskrá, 4 heimagjørd djús og VIP pláss til Eivör konsert, einans 995,-

NB! VIP sitiplássini til Eivör konsertina eru bert til tey sum ogna sær atgongumerki til mat og vín/djús.

Atgongumerki fáast á www.atgongumerki.fo og tað er sera avmarkað pláss.


Keyp atgongumerki