Altjóða kvinnudagur

Altjóða kvinnudagur

  • Nær: 08 marts 2021 kl. 18:00 - kl. 23:55

Vælkomin til enn eitt spennandi 8. mars tiltak í Mentanarhúsinum. Tiltakið er ókeypis, eins og bussurin er tað, men tey, sum vilja vera við, mugu tekna seg tíðliga, tí tað er avmarkað atgongd. Mentanarhúsið letur tíðliga upp, so tey luttakandi hava møguleika fyri at fáa ein leskiligan tallerk við sushi og øðrum góðbitum við ráka úr sjónum. Hesin tallerkur má bíleggjast og gjaldast frammanundan, eins og ein framúr góð kondittarakøka til steðgin. Hetta fyri at alt skal kunna ganga lætt, skjótt og trygt fyri seg. Kaféin er annars opin, so tað ber til at keypa sær kaffi, vín og annað uttan bílegging. Tekning til buss og tiltak, og forsøla av mati er á www.atgongumerki.fo

Korona skapti eitt nýtt ‘Reglubrot’ og tað sær út til at ‘Samfelagið fer at skifta fortekn’, tí vit hava sæð týdningin av typisku kvinnustørvunum, og vit hava sæð kvinnuligar leiðarar taka pallin – innlivandi, siðiligt, álitisvekjandi og við støðufesti. Vónandi kann hetta kvøldið vera ein viðurkenning av teimum, virka sum íblástur og sum ein lopfjøl til at vit fáa eitt samfelag, sum í størri mun brúkar øll talentini til frama fyri alla fjøldina.

Súsanna Olsen, lektari á Setrinum, hugleiðir út frá yvirskriftini: nýggjur heimur, nýggj leiðsla.

Óluva Zachariassen er orðstýrari. Í fyrsta panelinum eru tríggjar kvinnur við drúgvum politiskum royndum, Karin Kjølbro, Helena Dam á Neystabø og Edva Jacobsen. Í næsta panelinum hitta vit kvinnur við andaligum, etiskum og mentanarligum royndum, Mariu Jørdal, Sigri Gaini og Daniu O. Tausen. Triðja panelið er við fimm kvinnum. Tær fýra hava mynda pallin í 2020: Marita Debes Magnussen, Margit Stórá, Óluva í Gong og Alexandra á Dul. Hin fimta er stjóri á Sansum og setti Kvinnu á stovn. Afturat hesum verður kvøldið kryddað við góðum mati og drekka, tónleiki frá SWAY, skemti við Elisu Vang og málningalist frá Rannvá Holm Mortensen. Í fundarhølinum í erva í Mentanarhúsinum hanga listaverk frá goymsluni hjá Listasavninum, sum vísa okkum myndir av kvinnum, sæddar við mannfólka- og konufólkaeygum. Hendan framsýningin er opin dagarnar uppundir 8. mars, og eisini í steðginum sjálva 8. mars kvøld.