Barnadansurin heldur fram í nýggja árinum

Barnadansurin heldur fram í nýggja árinum

  • Nær: 02 januar 2019 kl. 18:00
  • Hvar: Mentanarhúsið

Barnadansurin byrjar aftur nú í januar 2019. Vit fara at samstarva við skúlan í skúlatíð.

Eg havi frætt, at vit eru sera vælkomin við í barnadansin í Losjuni í Gøtu mikukvøld, og í Klaksvík í Skálanum sunnukvøld.

Skipað verður fyri føroyskum dansi og dansispølum fyri børn og øll dansiáhugað mánadagar í tíðarskeiðinum 5. november 2018 til februar 2019. Vónandi koma nógv vaksin eisini, so dansiringurin verður stinnari. Í steðginum fáa øll saft og onkur kvæðasøga verður eisini at hoyra.

Børn undir skúlaaldur luttaka saman við vaksnum.

Tiltakið er ókeypis og verður hildið mánadagar kl 18.00. 

Fyriskiparar eru Jónleif Johannesen, 457536 og kvoldskúlin 238010 kvoldskuli@fuglafjordur.fo