Barnasjónleikur: Luddi & Lundisa

Barnasjónleikur: Luddi & Lundisa

  • Nær: 15 maj 2021 kl. 16:00 - kl. 16:40

Barnasjónleikur: Luddi & Lundisa

 Til børn í aldrinum 3 – 7 ár og til øll tey, sum hava hug at lata hugflogið fara á flog

Barnasjónleikurin Luddi og Lundisa tekur støði í náttúruni á eini lítlari, føroyskari oyggj: Mykines.

Tvær lundapisur í Lundalandi síggja dagsins ljós og síggja alt fyri fyrstu ferð – eisini hvørja aðra. Tær uppdaga, at tær hava nakað í felag: tær duga at syngja sama sang.

Luddi og Lundisa er ein sjónleikur um at uppdaga heimin saman við sínum besta vini og um at fyrireika seg til tað longu ferðina út á hav.

Leikurin er 35 minuttir langur

Leikrit: Vár Berghamar Jacobsen

Leikarar: Vár Berghamar Jacobsen og Durita Dahl Andreassen

Tónleikari og frásøgufólk: Anna Hüdepohl

Pallmynd, búna- og dukkusniðgevi: Sámal Blak

Leikbúnamakari: Anna Kristin Bæk


Keyp atgongumerki