Bil- og motorsúkklutreff í Fuglafirði.

Bil- og motorsúkklutreff í Fuglafirði.

  • Nær: 22 juni 2019 kl. 14:00
  • Hvar: Mentanarhúsið

Leygardagin 22. juni skipar Fuglafjarðar Ellisakfør fyri almennum bil- og motorsúkklutreffi við Mentanarhúsið í Fuglafirði.

Treffið er ætlað ellisakførum, specialbilum, so sum amerikanskum bilum, umbygdum ella ‘pimpaðum’ bilum og øðrum spennandi bilum, motorsúklum og serligum knallertum.

Fuglafjarðar Ellisakfør hevur 7 ár á baki og hevur í dag uml. 20 aktivar limir. Teir møtast javnan mikukvøld í hølum felagsins. Hølini, teir halda til í, eru í gamla timburhandilinum, ið kommunan eigur. Í hølunum er eisini pláss hjá limum at hava akførini standandi. Hesi verða javnan víst fram til áhugað, ið koma framvið í býnum.

Hugskotið við tiltakinum er at savna so nógvar bil-entusiastar saman sum gjørligt, har teir kunna vísa fram síni akfør og fáa íblástur frá øðrum entusiastum.

Tey, ið hava hug at vera við við sínum akfari, verða biðin um at møta við ítróttarhøllina á Kambsdali kl. 13.30, haðani øll, ið møta, kunnu vera við í rekkjukoyringini inn til Fuglafjarðar.

Tiltakið byrjar við, at ellisakførini koyra rekkjukoyring frá ítróttarhøllini gjøgnum Kambsdal og til Fuglafjarðar, har koyrt verður til parkeringsøkið við Mentanarhúsið, har akførini vera sýnd fram.

Í samband við tiltakið er Mentanarhúsið opið, og møguleiki er at keypa sær kaffi og okkurt til matna.

Tiltakið verður frá kl. 14.00 – 17.00.

Eru spurningar kann ringjast á tlf. 228201 – Hans David Joensen