Bindifestivalurin í Fuglafirði

Bindifestivalurin í Fuglafirði

  • Nær: 11 april 2019 kl. 11:00
  • Hvar: Mentanarhúsið

Á Bindifestivalinum í Fuglafirði, hittast kvinnur úr øllum landinum, umframt at fleiri útlendskar kvinnur ynskja at binda, hekkla og at virka ullina líka frá karðing til liting saman við okkum.
Her verður sjóneykan bæði sett á okkara siðbundnu bindimentan og á nýggjar og slóbrótandi háttir at virka ull.
Hesar dagarnar vera dyrnar latnar upp í vanligum føroyskum heimum fyri øllum sum hava áhuga í at luttaka í verkstovum og í hesum handverki.
Eisini eru fleiri fyrilestrar og bindikafeir at fara til á ymiskum forvitisligum støðum í býnum.
Kundi tú hugsa tær at fordjúpa teg í bindingini ella bert sitið við stokkunum og lurta eftir fyrilestrum saman við øðrum, ið hava sama áhuga sum tú, so burdi tú komi á Bindifestival 2019!