Dreyma framsýning

Dreyma framsýning

  • Nær: 15 oktober 2020 kl. 17:00
  • Hvar: Mentanarhúsið

Dreymar um Fuglafjørð

Hósdagin 15. oktober kl. 17 letur framsýningin ‘Dreymar um Fuglafjørð’ upp í Mentanarhúsinum. Hetta er ein framsýning við teimum yvir 40 dreymunum, sum vóru sendir inn til kappingina.

Hendan framsýningin ber bara til, tí at fólk hava latið sínar dreymar inn og harvið deilt teir við onnur. Dreymakoddar frá Idemøblum eru ein týðandi partur av framsýningini.

Tað er jú so at dreymar eru allarbest, tá teir vera deildir, tí tá kunnu vit droyma saman. Tá vit hoyra dreymin hjá einum øðrum, kunnu vit droyma víðari um tað sama, ella kanska birtir hesin dreymur undir ein nýggjan dreym?

Mentamálanevndin hjá kommununi hevur hugt eftir innkomnu dreymunum og hevur kosið vinnaran. Til setanina hósdagin fer Ólavur Larsen, formaður í mentamálanevndini at avdúkað vinnaran.

Framsýningin verður opin fríggjadagin 16. til og við sunnudagin 18. oktober kl. 13 – 17. Mánadagin 19. verður opið eftir avtalu fyri skúlum og stovnum, sum kunnu seta seg í samband við Mentanarhúsið á tlf. 238069 at avtala tíðspunkt.