Dupultkonsert við T.O.S og Ingeborg Oktober

Dupultkonsert við T.O.S og Ingeborg Oktober

  • Nær: 07 september 2019 kl. 20:00

Á Mentanardøgunum verður dupultkonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði við Bárði á Lakjuni við sínum bólki T.O.S og norsku Ingeborg Oktober. Konsertin verður Leygarkvøldið 7. september kl. 20.00.

T.O.S

T.O.S. varð stovnaður á vári í 2008 og hevur síðani luttikið sera nógvum tiltøkum, konsertum, festivalum osfr.

Ljóðmyndin er ein festligur meldur av tónleikaligum íblástri úr øllum ættum.
T.O.S. spælir mestsum bara egið tilfar, og nærum allir tekstir eru á føroyskum máli.

6 fastir limir eru: Bárður á Lakjuni, Eiler Hansen, Jógvan S. Sevdal, Jákup Heinesen, John Eliassen og Jan Nónklett.

Í 2010 gav bólkurin út fløguna ‘Til tann, ið oyru hevur’. Fløgan varð væl móttikin. Ummælini í miðlunum vóru sera positiv, og fólk tóku annars sum heild væl undir við útgávuni. Sama kann sigast um seinnu fløguna “Tíð og ævinleiki”, sum kom út í desember 2014. Í november 2015 kom staklagið ”Mítt hjarta tilhald hevur”, og í februar í 2019 kom staklagið “Dømið rætt”. Báðar útgávurnar og stakløgini eru tøk digitalt, t.d. á Spotify og iTunes.

T.O.S. byggir á ta grundleggjandi fatanina, at í tónlistarliga úttrykkinum skal alt vera loyvt – og tískil tykist ljóðmyndin mangan stuttlig, yvirraskandi og ‘skeiv’. Tekstirnir viðgera ymisk evni, bæði tílíkt, sum hevur við trúarlív at gera og annað, sum kann fáa tankarnar í sving hjá flest øllum.

Ingeborg Oktober

Ingeborg Oktober er norðurlendsk songkvinna og sangskrivari. Á gittari ella við einari minimalistiskari samanseting spælir hon pop, fólka og rock tónleik. Løgini verða tíðum lýst sum fangandi og vøkur, við tekstum sum avbjóða áhoyraran.

Hon hevði sína fyrstu konsert í 2010, og hevur hon síðani útgivið tvær plátur. Hon vann eina Norwegian Grammy í 2019, og hevur framført á festivalum sum Bylarm, Trondheim Calling, Trænafestivalin og Artic Sounds.

Í sambandi við næstu útgávu sína hevur Ingeborg túrað kring heimin og navnframi journalisturin Egon Holstad lýsti áhoyrarafjøldina sum sitandi á kantinum á setrinum, púra kvirr, tá Ingeborg tosar og spælir, bara avbrotið við ovurfegnum lógvabrestum ímillum løgini.


Keyp atgongumerki