Eivør í Mentanarhúsinum

Eivør í Mentanarhúsinum

  • Nær: 27 februar 2020 kl. 20:00

Mentanarhúsið verður hóskvøldið 27. februar  karmur um eina konsert hjá Eivør við bólki.

Sum fyrireiking til konsertferð í Europa, fer Eivør at hava venjingarlegu í Mentanarhúsinum.  Konsertferðin verður skotin í gongd við einari konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har Eivør fer á pall samana við Mikael Blak, Per Ingvaldi Højgaard Petersen og Mattiasi Kapnas.

Eivør er júst í gongd við at innspæla nýggja fløgu, ið kemur út tíðliga í heyst. Ivaleyst sleppa vit at fáa ein lítlan forsmakk  av spennandi nýggja tilfarinum, ið Eivør arbeiðir við.

Konsertferðin endar við einum braki av eini konsert  í Salt í Suðuroy tann 2. mai.


Keyp atgongumerki