Eydís Evensen (fo/is) konsert

Eydís Evensen (fo/is) konsert

  • Nær: 30 oktober 2022 kl. 16:00 - kl. 18:00

 

“Fá listafólk fáa eins lættliga og Eydís Evensen fløkt hjartastreingirnar saman í ein knút av gleði, sorg og vónloysi” Wonderland Magazine

“Eg eri so spent at sleppa at framføra á einum stað, sum eg føli er mítt heim”. Soleiðis segði Eydís Evensen, sum er hálvur føroyingur, tá hon fekk váttað sínar fyrstu konsertir í Føroyum.

Ígjøgnum tónleikin sigur Eydís frá tí virðing hon merkir, tá hon hyggur út yvir nátúrunna” víddir. “Bylur”, sum er hugtakandi fyrsta útgávan hjá klaverleikaranum, er ein vøkur samtíðarklassisk dagbók frá hennara lívi higartil: “Øll løgini eru løtur úr mínum lívi” sigur Eydís. “So nógvir upp- og niðurtúrar. Øll mín gleði, myrkir, eydna, sorg og sorgblídni”.

Hetta er tónleikur til tey, ið elska og tey, ið syrgja. Til ein kaldan sólríkan morgun, eins og ein gráan dag í oktober.

Gávuríki klaverleikarin hevur longu vakt ans á altjóða tónleikapallinum. Til dømis kemur hon til Føroya mestsum beint av Reeperbahn, sum er ein tann týdningarmesti festivalurin fyri ungar tónleikastjørnur.

Á konsertunum í Føroyum spælir Eydís saman við føroyskari strúkikvartett, sum er mannað av Jóni Festirstein, Atla Ellendersen, Angeliku Hansen og Tóra Restoff Jacobsen.

Konsertin er í samstarvið við PULS


Keyp atgongumerki