Feminima vreiðin á pall

Feminima vreiðin á pall

  • Nær: 21 september 2019 kl. 18:00

Listabólkurin SCHREI Productions við m.ø. føroysku Mariann Hansen fer í døgunum 19., 20. og 21. september á pall við eini sýning, ið sambært leikarunum tekur Medeu í hond og kavar niður í dýpið á femininu vreiðini. 

Listabólkurin SCHREI productions ger audiovisuellar framførslur, sum taka  útgangsstøði í at kanna og seta fram spurningar, um hvussu kvinna og tað feminina  verða lýst í listini og samfelagnum.  

SCHREI vol.3 – sum er triðja sýningin hjá SCHREI productions.

“mild móður mjólk mátaleys mordari monstur Medea missfata misleidd misskyld.
miss universe av øllum óndum pandorusa eskja og ansa eftir hvassar tenn undrast hon á  um hon hevur tað í sær. brotið hjarta. ein steinur. tøgd skríggj. ongin trýr henni kolsýra góða fitta søta.  spreingist við eini ferð á 8000 m/s. skapar eina sjokkbylgju. onki ognar hana. einans  hon”.

Sýningar eru:
Keyp atgongumerki til hósdag 19. september kl. 20.00 
Keyp atgongumerki til fríggjadag 20. september kl. 20.00
Keyp atgongumerki til leygardag 21. september kl. 18.00

Leikarar: Viola Othilie Tømte, Mariann Hansen, Klara Wenner Tångring
Scenografur: Johanna Dahlbäck
Mál: Svenskt, norskt, føroyskt, enskt.
Sýningin er 60 min long.

Sýning er stuðla av:
Nordisk Kulturkontakt, Svenska Kulturfonden, Mentamálaráðnum, Norsk Skuespillerforbund – Fond for Frilansere

Mynd: Elizabet Damyanova/Felipe Osorio-Guzmán


Keyp atgongumerki