FLOG dagur í Mentanarhúsinum

FLOG dagur í Mentanarhúsinum

  • Nær: 17 november 2019 kl. 15:00

Vælkomin til ein hugnaligan dag hjá FLOG í Mentanarhúsinum sunnudagin 17. november 2019, kl 15:00 – 18:00

Møguleiki verður at keypa tær vælumtóktu “falaffel” frá Mehdi, heimagjørda lagkøku, nýbakaðar vaflir, kaffi/te og heitt kakao.

Stórt tombola, 5 kr. fyri seðilin, sum byrjar kl 15:00 og varðir so leingi vinningar eru.

Lutaseðlar, 20 kr. fyri seðilin við nógvum góðum vinningum, t.d Playstation 4, Ipad, Krov, Sodavatnakassar, gávubrøv og mangt, mangt annað. Seðlanir kunnu keypast frá kl. 15:00 og vit draga vinningarnar kl 18:00

Øll eru hjartaliga vælkomin at stuðla FLOG.