Flogmýs ! Almennur ókeypis fyrilestur.

Flogmýs ! Almennur ókeypis fyrilestur.

  • Nær: 29 marts 2022 kl. 17:45 - kl. 20:00

 

Hóast tað eru fleiri enn 1.400 sløg av flogmúsum, og at tær telja fyri ein fimting av øllum súgdjórum, er tað ikki nógv vit veruliga vita um hvat tær gera í myrkri. Nú hava granskarar tó sett smáar teldur á flogmýs og hava fingið nýggja vitan um teirra atbur og veiðu við ekkó.
Hetta er fimti av seks almennum fyrilestrum, ið Aarhus Universtitet skipar fyri. Vit eru sera heppin at kunna stroyma hesar fyrlestranar í Mentanarhúsinum. Allir fyrilestranir eru ókeypis ! Ein stuttur steðgur er í miðuni, har kaffi og té er at fáa. Eisini er møguleiki at seta spurningar.
Við professara í “sansefysiologi”
Peter Teglberg Madsen, Institut
for Biologi, Aarhus Universitet.