FM Í Dart 2019

FM Í Dart 2019

  • Nær: 27 april 2019 kl. 11:00
  • Hvar: Mentanarhúsið

FM í dart verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 27. apríl.

Tá fara 32 teir bestu menninir og 8 tær bestu kvinnurnar til Fuglafjarðar at dystast um FM í einmansleiki.
Harafturat verður finalan í liðkappingini á skránni og føroyameistararnir í tvímansleiki og skulu finnast.

Lagt verður fyri fyrrapartin við fyrstu dystunum.
Út á kvøldið, tá avgerandi dystirnir eru á skránni, verður ein dystur í senn spældur á stóra pallinum. Dystirnir á pallinum verða stroymdir og vístir á stórskíggja í hølinum.

Ætlanin er at skapa rættan dartstemning í Mentanarhúsinum hetta kvøldið.

Tí vóna fyrireikararnir, at nógvir áskoðarar møta upp í Mentanarhúsinum at hyggja eftir okkara bestu dartspælarum, so vit kunnu fáa veruligan FM-stemning út í hvønn krók í landinum.