Gandakent kvøld við Vínkúllunum, Ruben Busk og Kim Hansen

Gandakent kvøld við Vínkúllunum, Ruben Busk og Kim Hansen

  • Nær: 23 oktober 2021 kl. 19:00 - kl. 23:55

Gandakent kvøld við Vínkúllunum, Ruben Busk og Kim Hansen

Vínkúllarnir eru aftur uppá spæl, og nú verður tað sum vínsmakking í Mentanarhúsinum, samansett við flottari 6-rættaðari matskrá frá Ruben Busk og við einum væl upplagdum Kim Hansen handan tangentarnar. Hesaferð er talan um eitt heilt kvøld við vælvaldum víni, ið Vínkúllarnir hava funnið innast í vínkjallaranum, og teir hava fingið matmeistaran Ruben Busk við uppí spælið!

Mat- og vínskrá í heimsklassa:

Standandi brellbiti
Jákupsskeljar og agurk.
Cremante de Bourgogne, Brut

Forrættur 1
Lættsaltaður fepurlaksur við mairót og súrgaðari skyr.
Villa Maria Reserve, Sauvignon Blanc

Forrættur 2
Steiktur jomfrúhummari við kryddaðari mandluvinagré og avokadokrem.
Dr. Bürklin-Wolf Gaisböhl, Riesling

Høvuðsrættur 1
Glaseraðir svínakjálkar við súltaðari kálrabi og steiktum blommkáli.
Guidalberto Tenuta San Guido, Cabernet / Merlot

Høvuðsrættur 2
Krúnhjørtur við steiktum foie gras, rótsellarí og trøfluglasering.
Eggo Tinto de Tiza, Malbec

Hugnavín
Vina Tondonia Rioja, Tempranillo

Omaná
Heslinøtabrownie við mascarponekrem og súltaðum bromber.
Burmester Colheita, Port

Meðan gestirnir leska sær við øllum tí góða, fer tóna-snildingurin Kim Hansen at sita við flyglið, ið nærum hevur staðið í koronakarantenu, so tangentarnir leingjast eftir at blíva kíndir.

Hetta kvøldið verður alt ein vælspæld sansasymfoni. Mentanarhúsið verður karmur um hetta sera forvitnisliga tiltak, ið kveikjur allar sansir– góman, nøsina, eygu og oyru eru í hásætið í hesi heilt serstaku sansauppliving. Set kross í kalendaran leygarkvøldið 23. oktober 2021 og keyp atgongumerki við at trýsta á leinkjuna niðast á síðuni her.

Tað er sera avmarkað atgongd. NB! Prísurin á atgongumerkjunum hækkar 100 kr fríggjakvøldið tann 15. oktober kl. 23.59.


Keyp atgongumerki