Grease í Mentanarhúsinum

Grease í Mentanarhúsinum

  • Nær: 02 april 2019 kl. 19:00
  • Hvar: Mentanarhúsið

Vælumtóktu framførslurnar av Grease í Mentanarhúsinum eru um at vera av, og allar ætlaðu sýningarnar eru útseldar, og eykasýningin sunnudagin er eisini útseld, men vit hava nú avgjørt at gera enn eina eykasýning leygardagin 6. apríl kl. 16.00. Atongumerki fáast á atgongumerki.fo

Aftur í ár eru vit á eNám 10. floks Sangleikabreytini fegin um at kunna bjóða tykkum til ein spennandi, romantiskan og stuttligan leik. Hesaferð er talan um heimskenda sangleikin, GREASE!

GREASE hevur alt, ið ein sangleikur eigur at hava: góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað næmingarnir sjálvir, ið spæla bæði tónleik og sjónleik. Vit hava lúkað soleiðis í handritinum, at óreiðiligt málbrúk ikki kemur fyri, og onkrir partar í leikinum eru ‘rundaðir av’ soleiðis, at talan er um leik, ið øll kunnu síggja og hoyra. Innihaldsliga er hann tó framvegis tann sami. Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava Sangleikabreytina undir hond, og umleið 40 næmingar eru á breytini í ár, sum eru úr Fuglafjarðar skúla, Stranda skúla og Skúlanum við Streymin.

Almennu sýningarnar eru:

Hósdagin 28. mars kl. 19:00

Leygardagin 30. mars kl. 19:00

Sunnudagin 31. mars kl. 19:00

Týsdagin 2. apríl kl. 19:00

Mikudagin 3. apríl kl. 19:00

Hósdagin 4. apríl kl. 19:00

Fríggjadagin 5. apríl kl. 19:00

Eykasýning leygardagin 6. apríl kl. 16:00

Leygardagin 6. apríl kl. 19:00

Eykasýning sunnudagin 7. apríl kl. 16.00

Sunnudagin 7. apríl kl. 19:00

Prísurin fyri atgongumerkini er 125 kr. fyri vaksin og 75 kr. fyri børn 12 ár og yngri.


Keyp atgongumerki