Hamferð

Hamferð

  • Nær: 06 maj 2022 kl. 20:00 - kl. 23:00

 

Hamferð traðkar fram úr skuggunum við nýggjum litum Farna árið hevur Hamferð gravað seg niður í skapanina av nýggjum løgum, meðan framførslurnar mestsum eru settar til viks. Nú tá komandi útgávan spakuliga og seigliga er við at finna sítt skap, traðkar Hamferð fram aftur á pall í Føroyum við nýggjum tilfari á skránni.

Hesi framvegis ráu og sera fjølbroyttu løgini fáa íblástur frá sorgarhendingini vanliga nevnd Skaðagrindin í Sandvík, tá fjúrtan mans gingu burtur í brotunum á lónni meðan grind varð hildin til. Í mun til undanfarnu útgávur fortelur hendan ikki eina samanhangandi søgu. Hinvegin sær hvørt lag hendingina úr hvør sínum sjónarhorni, men eru tey øll so ella so knýtt saman av fyribrigdinum “hamferð”.

Umframt nýggj løg verður eisini tikið úr undanfarnu søgu til at skapa eina dreygakenda og stórsligna uppliving, sum bert fæst við Hamferð.


Keyp atgongumerki