Hellutúrur á Mentanardøgunum

Hellutúrur á Mentanardøgunum

  • Nær: 08 september 2019 kl. 11:15

Lítla, hugnaliga bygdin Hellurnar eru partur av Fuglafjarðar kommunu, og ofta hevur ein gongutúrur um Skarðið til Hellurnar verið á skránni á Mentanardøgunum. Í ár verður Hellutúrurin tó eitt sindur øðrvísi enn vant.

Justinus Eidesgaard býr stóran part av árinum á Hellunum, og her hevur hann arbeitt við fleiri spennandi verkætlanum. Tey flestu hava helst hoyrt um Lamba-Símunar hús, sum eru blivin endurreist við rekaviði og eftir gomlum byggisiði. Eisini hevur hann í ár verið við til at umvælt gomlu bygdagøtuna millum Hellurnar og Oyndarfjørð. Hesar báðar verkætlanirnar fara vit at uppliva og hoyra meira um á Hellutúrinum í ár.

Túrurin í ár er skipaður soleiðis, at vit koyra við bussi til Hellurnar, har vit fara til lestur í Bønhúsinum. Her fer Niels Midjord at syngja nøkur hóskandi løg. Síðani verður farið til Lamba-Símunar hús, har vit fáa frásøgn frá Justinus, vit fáa ein góðan drekkamunn í hugnaligu húsunum, og so hoyra vit helst nøkur løg afturat. Haðani fara vit ein gongutúr við frásøgn til Oyndarfjarðar eftir nýumvældu gøtuni fram við fjørðinum. Vit enda við suppa umborð á Draganum á vegnum aftur til Fuglafjarðar, har onnur spennandi tiltøk eru at fara til.


Keyp atgongumerki