Heysttónar við Biritu Poulsen, Zilvinas Brazauskas og Matteo Gobbini

Heysttónar við Biritu Poulsen, Zilvinas Brazauskas og Matteo Gobbini

  • Nær: 22 oktober 2021 kl. 20:00 - kl. 21:00

 

Heysttónar við Biritu Poulsen, Zilvinas Brazauskas og Matteo Gobbini

í Okotber kemur Birita Poulsen at hava konsert við Zilvinas Brasauskas (klarinett) og Matteo Gobbini (klaver) og á skránni er eitt nýtt, forvitnisligt verk eftir Sunleif Rasmussen. Talan er um 7 sangir fyri Sopran, Klaver og Klarinett við yrkingum eftir Oddfríða Marner Rasmussen.

Síðani fyrsti sangurin varð frumframførdur á FMA í Norðurlandahúsinum í 2019 hevur Sunleif lagt 6 afturat honum, alt til yrkingar úr seinnu helvt av yrkingasavninum “Innantannaskríggj” sum Oddfríður lat úr hondum í 1995. Savnandi heitið fyri verkið er “Kærleiki” og verður frumframført í hesi konsertrøðini.

Tey trý sum skulu trína á pall hittust á tónlistaskúlanum Hanns Eisler í Berlin, og hava seinastu árini framført javnan har. Á skránni hesa konsertina verða eisini verk eftir m.a. Franz Schubert og Gustav Mahler og soleiðis verður borðreitt við bæði útlendskum og Føroyskum eins og nýggjum og gomlum tónleiki.

 

 


Keyp atgongumerki