HOGNI

HOGNI

  • Nær: 21 maj 2022 kl. 20:00 - kl. 22:15

Hogni 

Høgni skrivar sangir um uppreistur, kærleika, órættvísi og myrkur. Tónlistarliga útferðin fer áhaldandi longri og djúpri við árunum sum ganga, og hettar merkist aftur í tekstum og tónleikaligu framgongdini. 

Høgni vann ein FMA sum ársins framleiðari, í felag við James Thomas, fyri útgávuna Within a Man, sum kom út í 2020. Av hesi útgávuni hava serliga løgini Simple Man, On Your Side og Waiting for You verið at hoyrt í útvarpinum. 

Við Høgna á palli vera Jan Rúni Poulsen á trummum og Knút Háberg Eysturstein á tangentum.

 

www.hogni.com
www.facebook.com/hognimusic
www.youtube.com/hognilisberg


Keyp atgongumerki