Hvørva bygdarmálini/dialektirnar í Føroyum ?

Hvørva bygdarmálini/dialektirnar í Føroyum ?

  • Nær: 17 april 2019 kl. 19:00
  • Hvar: Mentanarhúsið

Tað er áhugavert og spennandi, at vit føroyingar eiga so nógvar dialektir.
Hvussu ber tað til, at vit eiga so nógvar og so ymiskar dialektir, og hvussu verður við teimum í framtíðini ? Hvørva tær so hvørt, sum útjaðaraøkini fækkast og meira verður miðsavnað ?

Hesir spurningar verða umrøddir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 17. apríl, kl. 19.00.

Jógvan í Lon Jacobsen, professari leggur fyri við fyrilestri, ið hann kallar: Hví eru dialektir so áhugaverdar ?

Signar á Brúnni hevur stuttar samrøður við fólk, ið koma ymstaðni frá í landinum við ymiskum dialektum.

Tosað verður við hesi fólk : Andrea Lervig (Eiði) – Hanna Christiansen (Sandoy) – Aksel Poulsen (Sumba) – Finnbjørn Hovsgarð (Hovi) – Hergeir Nielsen (Vágur) – Heri Joensen (Svínoy) – Páll Sivertsen (Gjógv) – Solby A. Christiansdóttir (Klaksvík) – Jákup Jørgensen (Vágar).

Lív Næs & Tróndur Enni syngja og spæla

Høvið verður hjá áhoyrarum at seta fram spurningar um dialektir.
Og sjálvandi verða nakrir føroyskir sangir sungnir, har Eyðun á lakjuni spælir undir.

Hjartaliga vælkomin !

Mynd: Birgir Kruse

Atgongumerkir á 100,- fáast her, og við dyrnar.


Keyp atgongumerki