Jacob Anderskov

Jacob Anderskov

  • Nær: 08 september 2019 kl. 17:00
  • Hvar: Mentanarhúsið

Hoyrið verkið, sum varð tilnevnt tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2018 á fyrstu PULS konsertini í triðja og seinasta umfari.

Resonance er skrivað av danska tónaskaldinum og tónleikaranum Jacob Anderskov. Jacob er lýstur at vera “one of the most extraordinary artists of contemporary music” (Jazz Podium, Germany, May 2010). Millum nógvu virðislønir hansara er m.a. ein Danish Music Award Jazz frá 2013, har hann vann sum besta jazz tónaskald tað árið.

Íblásturin til verkið kom frá einum sitatið hjá Miles Davis “Tú lurtar…. síðan spælir tú”.

Fyri at veruliga spæla saman við øðrum á ein hátt, sum gevur meining, mást tú duga at lurta eftir tí, sum er rundan um teg, samstundis sum at tú mást vera tann, tú ert. Arbeiðshátturin hjá bólkinum hjá Jacob Anderskov við trimum strúkarum og Peter Bruun á trummum og slagverki er ætlaður soleiðis, at hann skapar ta heilt røttu samanrenningina, samstundis sum at samleikin hjá hvørjum einstøkum tónleikara er varðveittur.

Við hesum verkinum er støðugt leitandi tónaskaldið farið djúpari inn í ein heim av pulsi og kenslum. Verkini skapa eina ljóðmynd, har eginleikarnir hjá strúkarunum gerast ein totalt integreraður partur av tónleikinum, heldur enn at teir spæla ein serstakan leiklut, sum ofta kemur fyri innan jazzin.

Hesin tónleikurin varð fyrr róptur “third stream” í eini roynd at lýsa samanrenningina ímillum evropeiskan kompositiónstónleik og jazz – ein náttúrlig samanrenning, sum fleiri tó hildu vera ómøguliga. Tíbetur er frástøðan ímillum jazz og klassiskan tónleik støðugt minkað, og teir tveir tónleikaheimirnir hava funnið ein vakran hátt at liva saman. Resonance er eitt fantastiskt dømi um júst hetta.

Ímeðan hann skrivaði verkið, doyði mæti jazz tónleikarin Ornette Coleman, sum hevur verið ein stórur íblástur hjá Jacob Anderskov. Tískil er fyrsta verkið ein tulking av “What reason could I give” hjá Coleman.


Keyp atgongumerki