Jólatræið í Fuglafirði verður tendrað kl. 17.00

Jólatræið í Fuglafirði verður tendrað kl. 17.00

  • Nær: 27 november 2022 kl. 14:00 - kl. 19:00

 

Fyrsta sunnudag í advent, 27. november, tendra jólatrøini í Fuglafjarðar Kommunu.
Klokkan 15.00 á Hellunum, klokkan 16.30 á Kambsdali og klokkan 17.00 í Fuglafirði.
Atli Petersen heldur røðu og jólamennirnir koma sjálvandi eisini við pakka til børnini, so útlitini fyri einari hugnaligari løtu, tá vit tendra jólatrøini, eru góð.

Í Mentanarhúsinum hevur ÍF flogbóltur jólakafé og jólatombola frá kl 14.00 – 19.00 har tey fara at selja kaffi, té, gløgg, sunkist og heitar nýbakaðar vaflur við tilhoyri.

Patrick’s og jólasøla í Ribarhús og eru opin, so tað ber til at fara inn og hita seg við einum góðum drekkamunni aftaná – ella áðrenn.