Joe and the shitboys – Son of Fortune – Marius DC – RSP

Joe and the shitboys – Son of Fortune – Marius DC – RSP

  • Nær: 03 september 2022 kl. 22:00 - kl. 2:00

 

 

Leygarkvøldi 3. sept. kl 22.00 verður ein spennandi og ørvísi konsert á Mentanardøgunum.  4 av okkara fremstu tónleikaranøvnum, fara at framførða eina uttandurða-konsert á Kyrjasteini.  Kyrjasteinur er skipsvrakið ið liggur móti sandinum, uttanfyri Mentanarhúsið.

Konsertin er ókeypis.

GG.  Um veðrið ikki verður super, so verður konsertin flutt inn í Mentanarhúsið.

 

Joe & the Shitboys

Um man ynskir sær okkurt øðrvísi, ið far pulsin upp, so eru teir virðisløntu shitpunkarnir, Joe & The Shitboys rætta staðið. Teirra karismatisku, orkufullu, provokerandi og stuttligu framførslur hava vunni teimum eina FMA virðisløn yvir ársins artist, og rós frá m.a. NME, Gigwise, og heimskenda punkgubbanum Iggy Pop!

Joe (sang),
Ziggy Shit (gittar),
Ollie Shit (bass),
Harry Shit (trummur)

 

Marius DC

Marius DC, sigur sjálvur í einum sangi, at 2022 er hansara ár, og tað er ikki lygn. 18 ára gamli føroyski Hip Hop’arin verður tí sjálvandi við á Mentsnardøgunum saman við sínum vælspælandi bólki.
Í harðastu Sementfinaluni nakrantíð og beinleiðis í sjónvarpinum vunnu Marius DC og hansara bólkur kappingina í ár, við føroyskum sangum.
Dómararnir kallaðu framførsluna poetiska, listarliga, seksutta og rokkutta og við tekstum, ið vóru langt útyvir tað, ið er vanligt.
Hetta er beinrakið føroyskt Hip Hop við einum av okkara allar bestu oddamonnum og einum sera vælspælandi bólki, hetta er Marius DC.

 

Son of Fortune

Son of fortune er mannað av Benjamin Petersen og Jan Rùna Petersen, ið báðir teljast millum bestu tónleikarir í landinum. Trummur og Guitar og grefligt kjaftaslit og for frá !
Vit gleða okkum til eina forkunnuða konsert við Son of Fortune !

 

RSP

“RSP ‘ownaði’ G! – Ongantíð áður hevur lagið verið so gott á eini konsert á G!, sum tað var, tá hipphoppararnir úr RSP fóru á pallin á Spæliplássinum. Tað kókaði er ein undirmeting av huglagnum”

Hetta skrivaði Uni Leitisstein um konsertina hjá RSP á ársins G! festivali. Tá RSP standa á palli, far man eina kenslu av at einki er taboo. Sangirnir eru fjolluttir og ógvusligir, men lýsa samstundis ein veruleika, sum øll ikki hava lætt við at tosa um. Men RSP teir siga akkurát hvat teir hava hug til