Hamradun & Beinir á Kyrjasteini

Hamradun & Beinir á Kyrjasteini

  • Nær: 05 september 2020 kl. 20:00
  • Hvar: Mentanarhúsið

Leygarkvøldið kl. 20 verður, um viðrar, ein framúr feit dupultkonsert við einari heilt serligari staðseting! Tá koma bólkarnir Beinir og Hamradun til Fuglafjarðar at hava eina ókeypis útikonsert uppi á gomlu skonnartini Kyrjasteini, sum liggur beint við Mentanarhúsið og torgið. Hamradun skuldu spæla á Mentanardøgunum í Fuglafirði, netupp 5. september inni í Mentanarhúsinum, men nú verður tað ein útikonsert í staðin. Ljóðið verður gott, so tað fer at bera til at liggja á fjørðinum í báti til konsertina, og øki rundanum er stórt, so frástøðan kann haldast. Her er gott torg, stórt parkeringsøki beint við Kyrjastein og sandurin er beint við. Helst fer tónleikurin at hoyrast um alla bygdina, um ættin er tann rætta, eins og tá Earth Hour var. Verið hjartaliga vælkomin til spennandi útikonsertina í Fuglafirði!