Konsert við Bárður á Lakjuni

Konsert við Bárður á Lakjuni

  • Nær: 19 juni 2022 kl. 20:00 - kl. 22:00
  • Hvar: Mentanarhúsið

Konsert við Bárði á Lakjuni í Mentanarhúsinum

Sunnukvøldið 19. juni kl 20 fer Bárður á pall í Mentanarhúsinum, við væl mannaðum bólki. Umframt sítt egna tilfar – bæði nýtt og eldri – fer Bárður eisini at framføra einstakar sangir hjá Lenoard Cohen við týðingum eftir Niels Midjord, sála.

Í februar 2020 gav Bárður fyrstu – og higartil einastu – solo-útgávu sína út undir heitinum “Lívsins dansur”. Fleiri av sangunum á útgávuni hava verið nógv at hoyrt, og á konsertini fer Bárður sjálvsagt eisini at framføra m.a. ”Eg uttan teg”, ”Lívsins dansur” og ”Fóður hevur fylgjur”. Annað tilfar verður at hoyra, eisini slíkt, ið ikki er framført áður.
Bárður hevur fingist nógv við tónleik heilt frá barnsbeini og hevur luttikið bæði sum sangari og sangskrivari á fleiri fløguútgávum. Í arbeiði sínum sum lærari hevur hann m.a. eisini skrivað, týtt og pallsett fleiri størri sangleikir.

Konsertin í Mentanarhúsinum 19.juni byrjar kl 20, og atgongumerki fáast á www.mh.fo


Keyp atgongumerki