Konsert við Eivør

Konsert við Eivør

  • Nær: 03 september 2021 kl. 22:00

Konsertin verður ein av tveimum konsertum, sum verða í Føroyum, áðrenn Eivør fer á altjóða konsertferð seinni í September.

Í September 2020 kom fløgan Segl hjá Eivør út. Eftir ætlanini skuldi Eivør á stóra Europa turne, men orsaka av koronu bleiv alt avlýst, uttan konsertirnar í Norðurlandahúsinum. Aftaná konsertina í Norðurlandahúsinum skrivaði ummælari soleiðið: “Eivør-konsertin er meira enn flottur sangur og tónar framførdir av landsins dugnaligastu tónleikarum. Eivør er so nógv meira enn tað. Tað eru litirnir, flotta ljósseting, perfekta ljóðið og vinsæla aura Eivarar, ið skapa eina heilstoypta uppliving”.

Nú fáa vit so aftur høvi at hoyra Eivør við bólki m.a. framføra tilfar av Segl, tá Eivør fríggjadagin tann 3. september kl. 22.00 fer á pallin í Mentanarhúsinum. Við sær á pallin hevur hon ein sterkan bólk, mannaður av Mikael Blak, Mattiasi Kapnas og Jan Rúna Poulsen

Eivør fer at framføra løg av nýggjast útgávuni, og umframt tað verður eisini eitt úrval av hennara eldru sangum at hoyra.

Konsertin verður eftir ætlan ein av mongum konsertum í 2021, har Eivør við bólki serliga fer at framføra tilfar av nýggjastu fløguni – tilfar. ið hevur bíða ein heilt ár eftir veruliga at sleppa at fáa luft undir veingirnar.


Keyp atgongumerki