Konsert við Plúmm !

Konsert við Plúmm !

  • Nær: 08 oktober 2022 kl. 20:00 - kl. 23:00

 

Bólkurin Plúmm varð stovnaður í 1984.

Hann hevur virkað bæði sum sjálvstøðugur bólkur og spælt undir hjá øðrum innan fleiri sjangrur – rock, popp og jazz. Best kent er helst samstarvið við Terja Rasmussen “Terji & Føstufressar” frá 1990 og “Tvey” frá 2011. Nevnast kunnu eisini ungdómshittið “Stjørnuskot” frá 1985 og Allar Ættir við Holger Laumann frá 1991. Seinasta útgávan “Catch” hjá Plúmm kom út í 2019 beint fyri koronustongsilin.

Í fjør spældi bólkurin eina væl eydnaða og útselda konsert í Mentanarhúsinum. Nú ber aftur til at hoyra Plúmm í Mentanarhúsinum leygarkvøldið 8. oktober.

Teir, ið manna bólkin hetta kvøldið, eru: Magnus Johannesen (keyboards), Arnold Ludvig (bass), Johan Hentze (trompet), Rógvi á Rógvu (trummur/slagverk) og Leivur Thomsen (guitar).


Keyp atgongumerki