Kópakonan í nýggjum hami

Kópakonan í nýggjum hami

  • Nær: 13 januar 2022 kl. 16:00 - kl. 17:00

“Kópakonan í nýggjum hami” er ein framførsla, ið sameinir tónleik, frásøgn og myndlist í eina hægri eind. Næmingarnir fara at uppliva søgnina um Kópakonuna á heilt nýggjan hátt — við tónleiki eftir Páll Sólstein, sum verður spælt av EKA trio, Biritu Poulsen sum sangara og frásøgufólki við myndum hjá Edwardi Fuglø. EKA trio eru Ernst Dánjalsson Remmel, Kristina Thede Johansen og Aksel Dánjalsson Remmel.

 

Nú ”listaleypurin” fer á skúlavitjan í januarmánað við mentanartilboðum serliga ætlað børnum og ungum, hava vit boðið nøkrum av hesum í Mentanarhúsið.

 


Keyp atgongumerki