Kvøldseta um seyð og seyðahald 2019

Kvøldseta um seyð og seyðahald 2019

  • Nær: 25 oktober 2019 kl. 19:00
  • Hvar: Mentanarhúsið

Fríggjadagin 25. oktober verður kvøldseta í Mentanarhúsinum.

Hetta kvøldið koma frásøgufólk ymsastaðni frá í landinum at greiða okkum frá um seyð og seyðahald í Føroyum.

Skráin er hendan:

Ingvard Lamhauge, Saltangará

  • Søgan um gøtuseyð, staðarnøvn og røkurnar
  • Tey ymisku fylgini í Gøtuseyði
  • Hvønn týdning hevur tað at halda áseyðatalið?
  • Hvussu sær seyðaárið út fyri Gøtuseyð?

Jónfinn Thomsen, Sandavágur

  • Ein fjalldagur Norðuri í haga

Jón Nónklett, Lamba

  • Festari á ”Eystursíðuni”, sum hoyrir til Lamba
  • Eg tók við í 2016 og røkti sjálvur
  • Hagin er 3 merkur og 10 gyllin og skipanin er 115 áseyðir

Ingibjørn Eldevig, Fuglafjørður

  • Seyðahald, reglugerð – brúksrættur/-brúksskyldur. Frásøgnin byggir á hagalógina – gyrðingarlógina og aðrar lógir, ið fyriskipa  seyðahald v.m.