Lykkenborg

Lykkenborg

  • Nær: 06 juni 2022 kl. 19:00 - kl. 21:00

 

 Lykkenborg er heiti á nýskrivaðum leikiverkið, sum leikbólkurin Det Ferösche Compagnie hevur arbeitt við í nøkur ár. Mikukvøldið 1. juni kl. 19.00 verður leikurin frumsýndur í Listastovuni í Miðvági.

Lykkenborg er søgan um ein føroyskan original. Leikurin er skrivaður við íblástri úr lívinum hjá Pól Jóhannus Poulsen, eyknevndur Lykken, sum vaks upp úti á bygd í føroyska fiskivinnusamfelagnum. Hann var ikki sum hini. Hugur hansara var øðrvísi og heldi ímóti listaligum arbeiði. Søgan er um, hvussu hann treiskaðist og, í móti øllum brøgdum, megnaði at byggja listaverkið Lykkenborg – eina villiniborg, sum var so stór í vavi, at tann, ið sá hana misti ondina, og so fløkjalig, at tað segðist, at tann, ið hættaði sær at fara inn í hana, kom ongantíð út aftur.

Leikurin snýr seg eisini um tíðarskeiðið, tá ið Pól Jóhannus varð sendur einsamallur til Danmarkar á Rødbygård, ein av mongu ótespiligu stovnunum undir “Åndssvageforsorgen”.

Endamálið við at siga søguna um Pól Jóhannus Poulsen, er at fáa listamannin ritaðan inn í listasøgu Føroya, og fáa Lykkenborg, stórverk hansara, endurreist sum tað týdningarmikla listaverkið tað var.

Talan er um ein minimalistiskan intimleik, har øll søgan fer fram beint fyri nøsina á teim áleið fimti persónunum, ið sleppa inn til hvørja sýning. Tað er Búi Dam, sum hevur skrivað leikritið og leikstjórnar. Kristina Sørensen Ougaard spælir allar leiklutirnar á palli og Dánjal á Neystabø er tónasmiðjur og hevur ljóðmyndina um hendi. Pallmyndina hevur Sámal Blak sniðgivið. Búi Rouch er koreografur og hjálparleikstjóri, og Urd Johannesen er framleiðari.

Um verkætlanina sigur Kristina Sørensen Ougaard: “Búi og eg hava gjørt eina rúgvu av kanningararbeiði. Vit hava lisið um tíðina og samfelagið, sum Pól Jóhannus var partur av og tosað við heimildarfólk í Miðvági. Hesa vitanina hava vit blanda saman við ein fiktivan heim.”

Búi leggur aftrat: “Søgurnar um Lykkenborg og listamannin Pól Jóhannus Poulsen eru nógvar í tali og fleiri teirra eru rættliga ótrúligar. Tí hava vit hava valt at skapa eina søgu, sum er eitt bland av veruleika og fiktión.”

Eftir frumsýningina í Listastovuni í Miðvági 1. juni verða nakrar sýningar afturat í Miðvági og síðani í Fuglafirði. Síðst í juni og fyrst í juli fer leikurin eftir ætlan til Klaksvíkar, Tvøroyri, Runavík og beint eftir Ólavusøku verður leikurin framførdur í Tórshavn.

Atgongumerki eru at fáa á heimasíðuni atgongumerki.fo

 

 


Keyp atgongumerki